top of page
  • Facebook
  • Twitter
  • Instagram

Okkara tænastur

Rættlestur

Vilt tú eisini hava væl og rætt skrivaðar tekstir?

 

Bæði Erling og Tina rættlesa. Vend tær til okkara, so vit kunnu avtala, hvat skal gerast og nær.

Navnayvirlit

Navnayvirlitið er ofta hjartað í bókini.

 

Erling Isholm tekur sær av navnayvirlitum. Erling hevur fleiri ára royndir við navnayvirlitum og hevur verið álitið hjá fleiri rithøvundum og forløgum. Síðsta stóra verkætlanin var kirkjubøkurnar, ið eru útkomnar í 9 bindum. 

Týðing

Týðing er ikki bert at umseta orð fyri orð, men at vera greiður yvir, hvør málbólkurin er, og hvat endamálið við týðingini er. Tí hevur tað stóran týdning, at tann, ið týðir, megnar at lesa upprunatekstin væl og skilir, hvat hann skal brúkast til. 

Á Fon týða vit mest úr týskum og donskum, men hevur tú tørv á týðing úr enskum, so megna vit eisini tað. 

Vit hava royndir við bæði yrkis- og fagurbókmentum.

Ring ella skriva til okkara. Fyrsta stigið er ein samrøða.

© 2035 by Fon.fo. Powered and secured by Wix

bottom of page